Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august/september
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur
Heilsuskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Hov

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisførleikagevandi miðnámsútbúgving

Námsfrøðihjálpari

Útbúgvingin til námsfrøðiligan hjálpara hevur til endamáls at geva næminginum yrkisførleika at røkja námsfrøðiligar og umsorganaruppgávur á dagstovna-, skúla- og almannaøkinum.

Um útbúgvingina​

Útbúgvingin skal geva næminginum grundleggjandi námsfrøðiligar førleikar til sjálvstøðugt og umsorganarfult at røkja og leggja til rættis mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Útbúgvingin gevur næminginum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari útbúgving. Mennir innlit næmingsins um samfelagsviðurskifti, eisini í yrkisligum høpi, og gevur næminginum møguleika at menna sínar persónligu førleikar, samstarvsevni og læringarførleikar.

Ástøðiligi parturin íroknað próvtøku er 44 vikur, undirvísing á skúlanum.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst 9. floks próvtøku fólkaskúlans, og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 1 ár ella viðkomandi útbúgving.

Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.​

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum innan dagstovna- skúla og almannaøkið.

Framhaldandi útbúgving

Sum námsfrøðihjálpari kanst tú taka víðari útbúgving sum námsfrøðingur.

Viðvíkjandi krøvum til upptøku til námsfrøðing í Føroyum hygg her.

Meiri kunning

Heilsuskúli Føroya

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august/september
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur Heilsuskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Hov

Lestrarstuðul:

Fylg okkum