Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár og 10 mðr.
Skúlabyrjan: Mars
Umsóknarfreist: 1. november

Útbúgvingarstovnur
Heilsuskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Hov

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Heilsurøktari

Heilsurøktara útbúgvingin er ein yrkisførleikagevandi miðnámsútbúgving.

Tú lærir m.a. um heilsufremjan, fyribyrging, sjúkrarøkt og endurmenning.Tú kanst arbeiða innan t.d. eldraøkið, Almanna- og heilsuverkið, psykiatri og sjúkraflutning, ella sum stuðul hjá fólki ið bera eitthvørt brek.

Heilsuútbúgvingarnar eru skiftisútbúgvingar. Tað ber í sær, at skift verður millum skúlagongd og starvsvenjing.

Útbúgvingin byrjar í mars mánaði á hvørjum ári.

Upptøkutreytir

Til heilsurøktara krevst heilsuhjálparaútbúgving ella onnur útbúgving og viðkomandi arbeiðs­royndir, ið svara til heilsuhjálparaútbúgvingina í longd (15 mðr.).

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða í almanna- og heilsuverkinum í Heimatænastuni, ellis- og røktarheimum og sambýlum, í Stuðulstænastuni, innan sjúkrahúsverkið og innan psykiatriska økið.

Sum heilsurøktari kanst tú taka víðari útbúgving sum fysioterapeutur, ergoterpeutur, sosial­ráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur ella námsfrøðingur í Danmark. Viðvíkjandi krøvum til upptøku til sjúkrarøktarfrøðing ella námsfrøðing í Føroyum hygg á www.setur.fo.

Meiri kunning

Heilsuskúli Føroya – www.heilsuskulin.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár og 10 mðr.
Skúlabyrjan: Mars
Umsóknarfreist: 1. november

Útbúgvingarstovnur Heilsuskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Hov

Lestrarstuðul:

Fylg okkum