Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár og 3 mðr.
Skúlabyrjan: September og januar
Umsóknarfreist: 15. mars og 1. november

Útbúgvingarstovnur
Heilsuskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Hov

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisførleikagevandi miðnámsútbúgving

Heilsuhjálpari

Sum heilsuhjálpari lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt við røkt. Hetta merkir, at tú stuðlar og hjálpir við tí, sum borgarin vanliga sjálvur hevur megnað av persónligum tørvi í dagliga lívinum, men ikki megnar longur av elli ella sjúku. Tú lærir at veita stuðul til tað, ein borgari vanliga sjálvur tekur sær av, sum t.d. at vaska sær, lata seg í, at eta og drekka og at vera virkin. Tú lærir um vanliga aldursmenning, sjálvsavgerðarrætt hjá tí einstaka, heilsu og reinføri.

Ein tann mest avgerandi uppgávan hjá næminginum er at fáa royndir í at eygleiða broytingar í heilsustøðuni hjá fólki og fráboðan í sambandi við hetta.

Í útbúgvingini sum heilsuhjálpari lærir tú at arbeiða við skapandi virksemi umframt dagligum virksemi, stuðli og umsorgan, har útgangstøðið er lívssøga og tørvur.

Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at stuðla og lata tann, ið tørvar hjálp, vera so virknan sum gjørligt og soleiðis ikki taka yvir tað, sum brúkarin megnar frammanundan. Á henda hátt eru heilsufremjan og sjúkufyribyrging í hásæti. Heilsuútbúgvingarnar eru skiftisútbúgvingar. Tað ber í sær, at skift verður ímillum skúlagongd og starvsvenjing.

Útbúgvingin byrjar tvær ferðir um árið, í september og januar.

Upptøkutreytir

Til heilsuhjálpara krevst 9. floksprógv og starvsroyndir í eitt ár ella 10. floks prógv.

Tað er ikki eitt krav, at starvsroyndirnar eru innan røkt. Sostatt kunnu allar arbeiðsroyndir brúkast.

Tað er umráðandi at senda váttan um arbeiðsroyndir og onnur prógv við umsóknini um upptøku. Á arbeiðsváttanini skulu tímatal og tíðarskeið, ein hevur arbeitt, viðmerkjast.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving er arbeiðsøkið t.d.í Heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og sambýlum og innan Stuðulstænastuna.

Sum útbúgvin heilsuhjálpari kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

Meiri kunning

Heilsuskúli Føroya – www.heilsuskulin.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár og 3 mðr.
Skúlabyrjan: September og januar
Umsóknarfreist: 15. mars og 1. november

Útbúgvingarstovnur Heilsuskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Hov

Lestrarstuðul:

Fylg okkum