Lestrartíð: 2½-4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Entreprenør- og landbúnaðar maskinútbúgving

Undir útbúgvingini lærir tú at umvæla og at røkja maskinur innan byggivinnu, landbúnað og skógarbrúk, t.d. gravimaskinur, traktorar og aðrar maskinur.

Sum mekanikari innan entreprenørmaskinur kanst tú arbeiða í fyritøkum, sum selja maskinur, á verkstøðum, fyirtøkum, sum útleiga maskinur o.tíl. 

Um útbúgvingina

Við útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at finna brek, umvæla og at skifta lutir út í maskinum, bremsum, koplingum og øðrum elektriskum skipanum. Tú lærir um motorar í bæði entreprenør- og ídnaðarmaskinum.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at seta upp amboð og eykaútgerð. Tú lærir eisini at sveisa og at framleiða eykalutir.

Tú kanst enda útbúgvingina sum útbúnaðartøkningur (materielmekanikari) ella við sergrein sum entreprenørmaskinmekanikari, landbúnaðarmaskinmekanikari, persóns­lyftumekanikari ella landbúnaðarsmiður. Eisini kanst tú enda útbúgvingina sum kranamekanikari.

Sum útbúnaðartøkningur (materielmekanikari) lærir tú at kanna og umvæla smáar maskinur. Úbúgvingin til útbúnaðartøkning tekur 2½ ár.

Landbúnaðarmaskinmekanikarin umvælir maskinur, sum verða brúktar í landbúnaði, skógarrøkt og vakstrarhúsum. Útbúgvingin til landbúnaðarmaskin­mekanikara tekur 4½ ár.

Sum entreprenørmaskinmekanikari lærir tú at umvæla maskinur, sum verða brúktar innan byggi- og nýgerðarøkið.  Útbúgvingin til entreprenørmaskin­mekanikara tekur 4½ ár.

Persónslyftumekanikarar gera eftirlit, royna og umvæla persónslyftur.  Útbúgvingin til persónslyftumekanikara tekur 4½ ár.

Landbúnaðarsmiðurin umvælir m.a. landbúnaðarmaskinur, pumpur o.a. og leggur inn rør og sveisar ymsar lutir í landbúnaðinum.  Útbúgvingin til landbúnaðarsmiður tekur 4½ ár.

Kranamekanikarar kanna og bøta kranar og hjálpa til at seta teir upp. Útbúgvingin til krana­mekanikara tekur 4½ ár.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla. Til ber at taka 1. skúlaskeið, sum er 20 vikur, á Tekniska Skúla í Tórshavn.

Frálæran fevnir m.a. um bensin- og dieselmotorar, stýrigreiðir og bremsur. Eisini hevur tú fakini fyrstuhjálp, arbeiðsumhvørvi, KT, enskt og náttúrulærugreinar.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við KT, tøkni og mekanikki
  • hevur logiska fatan og kanst arbeiða neyvt og skipað
  • ert hugaður at arbeiða uttan- og innandura, bæði á verkstøðum og úti hjá kundum
  • sum entreprenør- og landbúnaðarmaskinmekanikari kennir ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt og hava yvirlit og skil fyri dygd og smálutum
  • sum kranamekanikari og persónslyftumekanikari hevur áhuga í at arbeiða við elektronikki, hydraulikki og stýring. Eisini at tú kanst brúka og skjalfesta títt arbeiði
  • sum landbúnaðarmaskinmekanikari eisini hevur áhuga fyri at gera stálbygging.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á verkstøðum og í stórum fyritøkum.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Rakstrartøkningur - offshore
  • Framleiðslutøkningur

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til entreprenør- og landbúnaðarmaskimekanikara og kranamekanikara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Útbúnaðartøkningur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2½-4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum