Lestrartíð: 4 ár og 3 mðr. - 4 ár og 9 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Bilmálari

Undir útbúgvingini lærir tú at lakkera bilar. Tú lærir arbeiðshættirnar, so tú fært eitt snøgt úrslit, og tú fært eisini undirvísing í litlæru.

Ein stórur partur av dagliga arbeiðinum er at taka billutir av og at breiða útyvir, áðrenn bilurin verður lakkeraður.

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um at gera yvirflatar við at spartla, slípa og grunda, áðrenn lakkað verður. Somuleiðis lærir tú, hvussu tú fært eitt flott úrslit við at blanka og innsegla lakkið at enda.

Bilmálarar mála eisini bilar, vøruvognar og lastbilar av nýggjum og prýða við stavum og myndum. Lakkeringin fer vanliga fram í einum kliva við sproytitøkni. Tú ert í masku ein stóran part av arbeiðinum sum bilmálari.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla. Til ber at taka 1. skúlaskeið, sum er 20 vikur, á Tekniska Skúla í Tórshavn.

Frálæran fevnir m.a. um litlæru, tilfarslæru og málihátt. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, arbeiðsumhvørvi, at máta og gera kostnaðarmetingar.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða á einum verkstaði
  • hevur skil fyri arbeiðstilgongdum, dygd og smálutum
  • kanst samstarva við onnur og halda tíðarætlanir
  • ert hugaður at brúka KT-amboð.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur bilmálari og stovna egið virki. Bilmálarar kunnu fáa starv á bilmálaraverkstøðum, hjá automekanikarum ella í ídnaði.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú kanst víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til bilmálara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár og 3 mðr. - 4 ár og 9 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum