Lestrartíð: 4 ár 5 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Miðlagrafikari

Ein miðlagrafikari arbeiðir skapandi við teksti og myndum, bæði talgilt og á prenti. Undir útbúgvingini lærir tú um myndir, skap og týdningin av ymsu litunum.

Sum miðlagrafikari krevst tøkniligt og skapandi yvirlit yvir alt arbeiðið, frá hugskoti til ta lidnu vøruna. Næstan alt arbeiðið verður gjørt á teldu.

Um útbúgvingina

Sum miðlagrafikari lærir tú sjálvstøðugt at leggja til rættis, gjøgnumføra og at hava eftirlit við miðlagrafiskum uppgávum. Eisini lærir tú um myndaviðgerð, talgilt prent og um kunda­samband.

Tú lærir ástøðiliga og verkliga at handfara tær ymsu uppgávurnar á grafiskum fyritøkum, lýsingarstovum og líknandi støðum. 

Sum miðlagrafikari lærir tú sjálvstøðugt at leggja til rættis, gjøgnumføra og hava eftirlit við miðlagrafiskum uppgávum.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um grafiska tøkni og skap, myndaviðgerð, KT, samskifti og kundasamband. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, enskt, fyrstuhjálp, snið og samfelagsfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at brúka KT-amboð
  • ert hugaður at arbeiða við nýggjum hugskotum innan skap og snið
  • hevur vanliga litsjón
  • hevur góð evni at samskifta.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum miðlagrafikari, filmsteknari, grafikari ella grafiskur sniðgevi.

Miðlagrafikarar arbeiða vanliga á lýsingarstovum, margmiðlafyritøkum, á tíðindabløðum ella í størri fyritøkum og stovnum á samskiftis- og kunningardeildum. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Marmiðlasniðgeving (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • E-sniðgevi (gev gætur serstøk upptøkukrøv)

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Grafisk frásøga (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Miðlaframleiðsla og leiðsla (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Multiplatform "storytelling" og framleiðsla (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Sjónbært samskifti (gev gætur serstøk upptøkukrøv)

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til miðlagrafikara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár 5 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum