Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Grafiskur tøkningur

Undir útbúgvingini lærir tú grafiska tøkni og at brúka tilfar og grafisk amboð.Ein grafiskur tøkningur skipar fyri at framleiða prentlutir. 

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum sum grafiskur tøkningur er at fremja arbeiðsuppgávur og eisini at stýra teimum í samstarvi við kundar og miðlafólk. Tú hevur ábyrgd av at framleiða og ráðleggja – heilt frá prentgreiðslu til ta lidnu vøruna.

Tú lærir at handfara tilfar og hjálpiamboð og at samstarva við onnur fakfólk. Tann grafiska framleiðslan er torskild, og ymsu arbeiðshættirnir krevja, at tú alsamt fylgir tøkniligu menningini.

Um útbúgvingina

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um talgilt trykk, grafiska tøkni og KT. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, enskt, náttúrulærugreinar, brunafyribyrging, tænastu og fyrstuhjálp.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at brúka KT-amboð
  • hevur vanliga litsjón
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • dugir at leggja til rættis.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Skipan av útbúgvingini 

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um talgilt prent, grafiska tøkni og KT.  isini hevur tú lærugreinar sum t.d. danskt, enskt, brunafyribyrging, tænastu og fyrstuhjálp.

På skolen undervises du fx i:

  • Digital tryk og print
  • Grafisk teknologi
  • Informationsteknologi

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at brúka KT-amboð
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • hevur vanliga litsjón
  • dugir væl at leggja til rættis

Útbúgvingin endar við sveinaroynd

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum grafiskur tøkningur og prepress starvsfólk (frá uppseting til prent).

Grafiskur tøkningur kann arbeiða á prentsmiðjum, dagbløðum og øðrum privatum ella almennum fyritøkum. Pappírsleysa samfelagið er ikki komið enn. Produktini og prenthættirnir eru alsamt meiri framkomin og krevja dugnalig fakfólk.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Marmiðlasniðgeving 
  • E-sniðgevi (gev gætur serstøk upptøkukrøv)

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Grafisk frásøga (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Grafiskt samskifti (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Miðlaframleiðsla og leiðsla (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Multiplatform "storytelling" og framleiðsla (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Sjónbært samskifti (gev gætur serstøk upptøkukrøv)

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til grafiskan tøkning er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum