Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík

Yrkisútbúgving

Elektrikari

Elektrikarin arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym inn í t.d. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og umborð á skipum. Hetta kann fevna um ljós, hita, motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir.

Eisini fæst elektrikarin við innlegging av fjarskifti-, dátu- og trygdarútbúnaði og tilhoyrandi net innan bústaðir og vinnu. Elektrikarar ráðgeva kundum í at velja elektriskar loysnir og gera arbeiðið í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum.

Um útbúgvingina

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Skúlagongdin kann fara fram á Glasir í Havn ella á Tekniska Skúla í Klaksvík. 
Skúlagongdin er 55 vikur íroknað eitt 5 viku sveinaroyndarskeið. Útbúgvingin endar við sveinaroyndini.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur elektrikari. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til m.a. hesar útbúgvingarnar:

  • El-installatørur
  • KT- og elektronikktøkningur
  • Framleiðslutøkningur
  • El-verkfrøðingur 

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Meiri kunning

Glasir, Smiðjugerð – www.glasir.fo
Tekniski skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo

Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August

Útbúgvingarstovnur Glasir Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík

Fylg okkum