Lestrartíð: 2½-4 ár 9 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Makinsnikkari

Ein maskinsnikkari framleiðir innbúgv, gólv og hurðar. Á skúlanum lærir tú at slípa, hølva og fresa við maskinum. Harafturat lærir tú um ymiskt tilfar, ið skal brúkast.

Ein stórur partur av arbeiðinum er at leggja ætlanir og rigga maskinur og tilfar til soleiðis, at klárt er at framleiða. Í arbeiðinum skalt tú røkja maskinurnar og harafturat kenna nýggjastu mannagongdirnar.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um tilfar og maskinur, sum verða brúkt í arbeiðinum, eisini hvussu ein forritar og handfer framkomna tøkni.

Tú kanst enda útbúgvingina sum: 

  • maskinsnikkari
  • framleiðsluatstøðingur innan hurðar og vindeygu ella
  • ramleiðsluatstøðingur innan innbúgv.

Maskinsnikkarin hevur við sínari sergrein kunnleika til øll framleiðslustigini og nýggjastu teldustýrdu tøknina og vørumenning.

Framleiðslatstøðingurin innan hurðar og vindeygu lærir at arbeiða við maskinum til hetta enda­málið, eins og framleiðsluatstøðingurin innan innbúgv lærir at brúka maskinur til tað endamálið.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um tilfarsfatan, ídnaðar- og handverksframleiðslu, støddfrøði, lím- og finértøkni.

Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. KT, framleiðslumenning, framleiðslu og tænastu, umframt skap og litir.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við KT, tøkni og maskinum
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • kanst arbeiða nærlagdur og í smálutum
  • kanst arbeiða saman við øðrum fakbólkum
  • ert hugaður at arbeiða á einum verkstaði ella í einari framleiðsluhøll
  • ert kropsliga væl fyri – tú skalt standa og ganga nógv.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsnikkari. Bæði maskinsnikkarar og framleiðsluatstøðingar fáa starv á stórum framleiðslufyritøkum og á verkstøðum.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur til hesar vinnuakademiútbúgvingar:

  • Designtøkningur (legg til merkis ávísu upptøkukrøvini)
  • E-designari (legg til merkis ávísu upptøkukrøvini)
  • Byggisamskipari
  • Rakstrartøkningur - Offshore
  • Orkutøkningur
  • Framleiðslutøkningur

Eisini hevur tú atgongd til professións úbúgvingina:

  • Útflutningur og tøkni
  • Bygningskonstruktørur

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til maskinsnikkara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Framleiðsluatstøðingur innan hurðar og vindeygu og framleiðsluatstøðingur innan innbúgv er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
​Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2½-4 ár 9 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum