Lestrartíð: 3 ár 9 mðr.- 4 ár 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík, Danmark

Yrkisútbúgving

Innbúgvsnikkari og urgubyggjari (Møbilssnikkari)

Ein innbúgvsnikkari ger innbúgv til heimið. Tekur tú sergreinina Urgubyggjari lærir tú at framleiða og viðlíkahalda urgur.

Innbúgssnikkarar arbeiða á verkstøðum ella við framleiðslu, har innbúgv verður framleitt. Urgubyggjarin framleiðier partar til urgur á einum verkstaði og viðlíkaheldur og stemmar orgul.

Til ber at taka 1. skúlaskeið á Glasi og á Tekniska skúla í Klaksvík. Snikkarar samlesa við húsasmiðir 1. skúlaskeiðið. Seinnu skúlaskeiðini verða tikin í Danmark.

Um útbúgvingina

Á skúlanum lærir tú at meta um og velja rætta tilfarið, og tú lærir at gera tekningar og útrokningar. 

Innbúgvsnikkarin brúkar ofta teldustýrdar maskinur, tá innbúgv skal framleiðast í størri nøgd. Eisini lærir tú siðbundið handverk.

Ein stórur partur av arbeiðinum er at vegleiða kundar. Her lærir tú at greiða frá, tekna og byggja eftir ynski kundans. Sum møblasnikkari lærir tú at arbeiða við smálutum. Tú lærir at fara frá hugskoti til at tekna og at seta vøruna í framleiðslu.

Á skúlanum lærir tú um ymisk viðasløg og tú lærir at arbeiða við amboð og maskinur.

Tú kanst enda útbúgvingina við sergrein sum:​

  • Innbúgvssnikkari 
  • urgusmiður

Innbúgvssnikkari og urgusmiður eru longri útbúgvingar, har tú lærir allar smá­lutir. Tú arbeiðir við hugskoti, tekning, at leggja til rættis, handverks- og ídnaðarframleiðslu o.ø.

Urgusmiðurin hevur harumframt kunnleika til serliga tøkni umframt at stemma urgur.

Snikkaraútbúgvingin krevur, at tú hevur skapandi evni og handverkara- og tøkniligar snildir. 

Tú arbeiðir við hugskoti, at tekna og at leggja til rættis. Tú lærir at samla, pussa og yvirflatviðgera. 

Sum urgusmiður fært tú servitan um at framleiða urgur og lærir at seta upp, viðlíkahalda og at stemma urgur.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um KT og CAM/CAD, design og skap, ídnaðar- og handverksframleiðslu av plátinnbúgvi, innbúgv og stólum, montering, arbeiðsumhvørvi og ljóðtilfar í urgum.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert kropsliga væl fyri og hevur áhuga fyri handaligum arbeiði
  • hevur áhuga fyri at arbeiða við tøkni og maskinum
  • Hevur áhgua fyri at arbeiða við teldustýrdum maskinum og amboðum
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • kanst arbeiða nærlagdur og neyvt
  • kanst samstarva við aðrar fakbólkar
  • Hevur ans fyri design og kreativiteti
  • sum urgubyggjari skalt tú kunna arbeiða í hæddum.

Med denne uddannelse er det vigtigt, at du:Tú endar útbúgvingina við einari sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða við ymsum, alt eftir hvørja sergrein tú velur. Innbúgvssnikkarar arbeiða oftast á verkstøðum.  Urgusmiðir arbeiða í høvuðsheitum við at stemma urgur og at viðlíkahalda kirkjuurgur.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur til hesar vinnuakademiútbúgvingar:

  • Byggisamskipari
  • designtøkning (legg til merkis ávísu upptøkukrøvini)
  • Rakstrartøkningur - Offshore
  • E-disignari (legg til merkis ávísu upptøkukrøvini)
  • Orkutøkningur
  • Framleiðslutøkningur

Eisini hevur tú atgongd til professións bachelor útbúgvingarnar:​

  • Bygningskonstruktørur
  • Útflutningur og tøkni

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar, sum vanliga taka 2 ár og eru settar saman við ástøði og praksis, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til innbúgvssnikkara og urgusmið er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Træfyristøðari innan hurðar og vindeygu og innan innbúgv og bygningsmontørur eru á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri um útbúgvingina á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Glasir – www.glasir.fo
Tekniski skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo
​Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 3 ár 9 mðr.- 4 ár 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík, Danmark

Fylg okkum