www.tsk.fo
Tal á útbúgvingum: 11
Næmingar: Umleið 111 fulltíðarlesandi, sum eru í skúla um dagin. Samlaða talið knýtt at skúlanum er 190 íroknað lærlingar o.o.
Lærarar: 32 (heruppi í parttíðarsett)
Tekniski Skúlin í Klaksvík bjóðar tær vælkomnum í okkara skúlaumhvørvi – tað veri seg Tøkniliga Studentsbreytin ella Tekniska Yrkisnámið. Endamálið við miðnámi er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovniella eina ávísa yrkisútbúgving.
Tekur tú avbjóðingina í álvara, kanst tú vænta, at úrslitið verður tilsvarandi betri og harvið møguleikarnir fyri at velja og megna víðari útbúgving. Allir næmingar kunnu, nær tað skal vera, biðja um hjálp frá lestrarvegleiðaranum ella læraranum.
Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú her royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á og lova fyri, at hann seinni verður tær til fyrimunar.
Tað er okkara vón, at tú fert at trívast væl her á skúlanum, og at tú fert at brúka allar tínar møguleikar fyri at fáa sum mest burtur úr okkara lærarakreftum og hentleikum.
Hjartaliga vælkomin!
Rúni Heinesen, skúlastjóri
Postboks 20
Heygavegur 1A
FO-700 Klaksvík
Tlf. 456311
tsk@tsk.fo
www.tsk.fo