Lestrartíð: 3 ár

Útbúgvingarstovnur
Tórshavnar Musikkskúla

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Gymnasial miðnámsútbúgving

Orgulútbúgving

Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára preliminer útbúgving í orgulspæli.

​Útbúgvingin hevur til endamáls at útbúgva urguleikarar, soleiðis at teir eru førir fyri at virka sum urguleikarar í Føroysku fólkakirkjuni og øðrum samkomum.

Útbúgvingin fevnir um urguspæl (sálmaspæl og kunstspæl), teori, kórleiðslu, hoyrilæru, urguvitan, sang, tónleikasøgu, liturgik og sálmavitan.

Lærugreinar

Høvuðslærugreinin í útbúgvingini er orgulspæl.

Tónleikaligar hjálærugreinir eru musikkteori, hoyrilæra, klaver, orgulkunnleiki, sangur, kórleiðsla og tónleikavitan.

Kirkjuligu hjálærugreinirnar eru liturgik og sálmavitan.

Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.

Upptøkutreytir

Upptøkuroynd er tilorgulleikaraútbúgvingina. 

Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.

Kommunali musikkskúlaleiðarin og faklærari standa fyri upptøkuroyndini.

Próvtøkur

Próvtøkur verða hildnar so hvørt, ið námið á ymsu lærugreinunum er liðugt.

Preliminera orgulleikaraútbúgvingin endar við próvtøku.

Framtíðarmøguleikar

​Orgulleikaraútbúgvingin verður roknað sum førleiki at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl í kirkjuligum og í samkomuligum høpi. Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.

Næmingurin skal, eftir 3 ára nám, hava førleika til, í kirkjuligum og í samkomuligum høpi, at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl. Eisini skal næmingurin duga at gera forspøl til sálmar og leiða kór.

Meiri kunning

Tórshavnar Musikskúli - www.tm.fo

Lestrartíð: 3 ár

Útbúgvingarstovnur Tórshavnar Musikkskúla

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum