Online tilmelding til upptøkuroynd er virkin frá 15. februar

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: Byrjar í august og endar í juni
Umsóknarfreist: 15. mars.
Tal av upptiknum næmingum: 10

Útbúgvingarstovnur
Tórshavnar Musikkskúla

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Kostnaðurin fyri eitt skúlaár er kr. 2.400

Ikki próvgevandi

Musikskúli Miðnám

Tú kanst fara á Musikkskúla miðnám um tú ætlar tær at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium. Gev gætur, at Musikkskúli miðnám gevur ikki eitt gymnasialt miðmnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku. 

Endamálið við Musikskúlanum Miðnám er, at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistarskúla.

Tvær breytir eru, ein rútmisk og ein klassisk. Undirvíst verður í ljóðførisspæli, sangi, lagskriving, tónleikaterapi, framleiðslu, kompositión og øðrum vanligum tónleikagreinum.

Føroyska musikkskúla-miðnámsútbúgvingin hevur sum endamál, at:

1) fyrireika næmingar, ið ætla at nema tónleikaútbúgving á musikkkonservatorium - ella á øðrum hægri lærustovni. 

2) geva áhugaleikarum gott støði og at menna heimliga umhvørvið.

Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14-25 ár - bæði klassiskt og rytmiskt. 

Upptøkuroynd er á vári, við eksternari døming, og bert næmingar, ið kunnu metast at standa eina upptøkuroynd á konservatorii eftir trý ára miðnám, verða upptikinir. Næmingatalið er avmarkað til í mesta lagi 10 á hvørjum árgangi.

Tórshavnar Musikkskúli leggur miðnámið til rættis og øll undirvísingin fer fram í Havn.

Hvørt skúlaár verða í mesta lagi 8 tikin inn. Vikutímatalið er umleið 10. Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis - ella at hava annað arbeiði við síðuna av.

Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðsfak (teori, kompositión ella hoyrilæra kunnu eisini vera høvuðsfak), eru teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur og improvisatión kravdar lærugreinir. 
Klaver er somuleiðis kravd lærugrein hjá teimum flestu. 

Ársroyndir verða hildnar, og næmingurin skal prógva framstig.

Næmingagjaldið fyri eitt skúlaár er kr 2400,-, ið næmingurin rindar til Tórshavnar Musikkskúla. 

Støðið er ájavnt donskum MGK-útbúgvingum. Vanliga byrjanarstøðið er ájavnt 6. stigi hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music".  

Formlig viðurskifti

Musikkskúlaskipanin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísingini. Enn er miðnámsútbúgvingin ikki lýst í lóg ella kunngerð, tvs. skúlin er ikki formliga góðkendur av Mentamálaráðnum.

Musikkskúlaskipanin rindar í løtuni ferðing hjá næmingum uttanfyri Tórshavn. 

Upptøkutreytir

  • Umsøkjari skal vísa serstøk evni.
  • Mett verður, um næmingurin fer at lúka upptøkukrøv til lærdan tónlistaskúla eftir lokna 3-ára skúlagongd á Musikkskúla miðnámi.
  • Sum vegleiðing, verður mett, at næmingur er áleið 6. stigi í Associated Board á ljóðføri sínum ella líknandi.

Næmingurin skal til upptøkuroynd. Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar.

Framtíðarmøguleikar

Tú kanst fara á Musikkskúla miðnám um tú ætlar tær at fara undir víðari lestur á musikkkonservatorium. Gev gætur, at Musikkskúli miðnám gevur ikki eitt gymnasialt miðmnámsprógv, men fyrireikar teg til upptøkuroynd á Musikkkonservatorium og gevur undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku.

Meiri kunning

Tórshavnar Musikskúli - www.tm.fo

Online tilmelding til upptøkuroynd er virkin frá 15. februar

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: Byrjar í august og endar í juni
Umsóknarfreist: 15. mars.

Útbúgvingarstovnur Tórshavnar Musikkskúla

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum