Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Fyrireiking Miðnám

Miðnám Fyrireiking vendir sær til tín, ið hevur tørv á, at fyrireika teg til at byrja eina miðnámsútbúgving, t.d. FHS, Gymnasielt miðnám ella Yrkisrættað nám.

Útbúgvingin er ætlað til næmingar, sum ikki lúka øll krøvini til at fara beinleiðis á miðnám, ella næmingar, ið skulu betra seg í ávísum lærugreinum, er eitt “Miðnám Fyrireikingarár” rætta valið.

Á Miðnám Fyrireiking leggja vit dent á ymiskleikan. Undirvísingin er lagað til tørvin hjá einstaka næminginum, og dentur er lagdur á at virka í felagsskapi.

Arbeitt verður í evnum innan samfelag, vinnulív og mentan, umframt einum evni, sum næmingarnir velja. Hóast tímatalvan er býtt sundur í lærugreinar, koma næmingarnir at arbeiða tvørtur um fakmørk og gera eina verkætlan.

Lærugreinar

Føroyskt, Enskt, Støddfrøði, Alisfrøði, Samfelagsfrøði, Lestrarmenning, Danskt

Meiri kunning

Les meira her

Glasir – www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum