Enska heiti: Master of Arts in Faroese Language and Literature
Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: 1. juli
Skúlabyrjan: august
Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: T%c3%b3rshavn
MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði.
Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.
MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS.
Fróðskaparsetrið bjóðar nýggj skeið út á hvørjum ári og ber tað til at seta saman útbúgvingina eftur egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.
Tey kravdu skeiðini til eina eina MA í Føroyskum eru hesi:
Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA. Til ber eisini at taka samansett MA. Samansett MA er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:
● BA-prógv, 3 ársverk (180 ECTS)
● Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 ECTS)
● Hjánám, 1½ ársverk (90 ECTS) í øðrum faki (Hjánám í føroyskum = 60 ECTS á BA-stigi og 30 ECTS á MA-stigi)
● Námsfrøði: Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið setur í starv) skipar fyri.
Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.
Tað ber eisini til at taka MA í føroyskum bókmentum og MA í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini sum stakgreinalesandi. Tá eru serligar upptøkutreytir galdandi.
Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-nám.
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
---|---|---|---|
Staðar-navnafrøði 10 ECTS |
Politiskt 10 ECTS |
Tvímæli 10 ECTS |
MA ritgerð 30 ECTS |
Skaldskapur 10 ECTS |
Ritverkið hjá 10 ECTS |
Mynd og orðlist í 20. øld 10 ECTS
|
|
Nútíðar-føroyskt
10 ECTS
|
Merkingar- frøði 10 ECTS |
Stuttsøgan í føroyskum bókmentum 10 ECTS |
|
Skeiðsheitini eru dømi frá undanfarnum lestrarhálvum og eru ymisk frá hálvu til hálvu.
Til at verða upptikin krevst lokið BA-prógv í føroyskum við nóg góðum úrsliti svarandi til minst 5,8 eftir 7-talsstiganum ella 8 í miðal eftir 13-stiganum.
Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða upptiknir eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.
MA í føroyskum máli og bókmentum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.
Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA. Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-nám.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.
Tú kanst venda tær til Jógvan í Lon Jacobsen, útbúgvingarleiðara, jogvanlj@setur.fo