Enska heiti: Bachelor in Education - teacher
Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli
Skúlabyrjan: August
Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: T%c3%b3rshavn
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinir kosta 200 DKK/ECTS. Ískoytisútbúgving kostar 200 DKK/ECTS
Tal av upptiknum næmingum: 35
Umsóknarblað: Fæst her
Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva undirvísingargongdir á øllum floksstigum.
Um útbúgvingina Meiri kunning
Í útbúgvingini skulu lesandi menna ein fak - og almenndidaktiskan førleika, sum, saman við fakligum kunnleika, gevur teimum førleika at skipa fyri undirvísing á høgum stigi í fólkaskúlanum.
Við útbúgvingarlok hevur tann lesandi ognað førleikar at greina lógar- og regluverk á skúlaøkinum, pedagogiskan og didaktiskan førleika, førleika at knýta sambond og at skapa trivnað og granskingarførleika.
Útbúgvingin byrjar við grundfakum innan námsfrøðiliga sálarfrøði og didaktikk, føroyskum og støddfrøði. Næsta, triðja og fjórða lestrarár eru bygd upp við linjulestri umframt framhaldandi skeiðum innan námsfrøði og didaktikk, har tað ber til at taka eitt semestur uttanlands. Í endanum av fjórða lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.
Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktik í fólkaskúlum.
• Fyrsta lestrarár er skipað við grundskeiðum í námsfrøðiligari sálarfrøði, didaktikki, føroyskum og støddfrøði
• Næsta, triðja og fjórða lestrarár er linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki umframt framhaldsskeið í námsfrøði, sálarfrøði og didaktikki
• Fjóðra lestrarár er linjulestur. Bachelor verkætlanin verður skrivað í endanum á 4. lestrarári.
Grundskeiðini fevna um fakøkini námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøði og almenn didaktikk, føroyskt og støddfrøði
Linjulesturin fevnir um lærugreinirnar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæru, alis- og evnafrøði, støddfrøði, myndlist, handarbeiði, smíð, heimkunnleika, ítrótt, tónleik, náttúru og tøkni og kunningartøkni.
Eisini eru felags linjur ímillum námsfrøðinga- og læraralesandi: innskúling og at vera skúlabúgvin, sernámsfrøði og námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting.
Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktikk í fólkaskúlum. Í nøkrum av linjugreinunum er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.
Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.
Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga.
Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.
Treytin fyri upptøku er gymnasialt miðnámsprógv.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Starvsmøguleikar eru innan menning og læring. Í lærarayrkinum arbeiðir tú við børnum og ungum í ymiskum aldri og innan ymisk fakøki.
B.Ed.-prógvið gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.
Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðaran Poulinu Poulsen, paulinap@setur.fo ella til Erlu Olsen, útbúgvingarleiðara, erlao@setur.fo.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.